SvL 188 og Girl Power í gentufinaluni hjá 6. flokki

Fyrstu finalistarnir til stóra finaludagin í mai 2019 eru funnir – og eru teir SvL 188 frá Skúlanum við Løgmannabreyt, sum vunnu innleiðandi umfarið hjá 6. flokki hjá gentum.

Nr. 2 í innleiðandi umfarinum gjørdust Girl Power frá Sankta Frans Skúla.

Sostatt verða tað SvL 188 frá Skúlanum við Løgmannabreyt og Girl Power frá Sankta Frans Skúla, sum koma at spæla finaluna hjá gentum í 6. flokki.

  Lið Stig Málmunur
Nr. 1 SvL-188, Skúlin við Løgmannabreyt 12 12
Nr. 2 Girl Power, Sankta Frans Skúli 7 -3
Nr. 3 Happy Girls, Sankta Frans Skúli 5 -2
Nr. 4 Vágs Skúli 3 -2
Nr. 5 FCP Gentur, Porkeris Skúli 1 -5