BankNordik høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti

Skúlafótbóltur og BankNordik hava í dag undirskrivað avtalu, har BankNordik-samtakið verður høvuðsstuðul hjá nýggju spennandi fótbóltskappingini, Skúlafótbóltur, sum verður á fyrsta sinni í Føroyum í heyst.

Skúlafótbóltur er ein afturvendandi fótbóltskapping, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni. Kappingin verður skipað í framúr góðu umstøðunum til fótbólt í Marghøllini og á Eiðinum í Vági – og allir fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum eru hjartaliga vælkomnir til Skúlafótbólt í Vági.

“Skúlafótbóltur er eitt dygdargott og spennandi tilboð til føroyskar skúlanæmingar, har dentur verður lagdur á at bøta um heilsuna, eggja til rørslu og menna sosialu førleikarnar hjá teimum ungu. Og júst hesa samanrenning halda vit í BankNordik-samtakinum vera sera gagnliga”, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sum fegnast um nýggja samstarvið.

Kjarnuvirðini hjá Skúlafótbólti eru at leggja dent á heilsuna og rørsluna hjá tí einstaka og samstundis tryggja, at øll eru við. Og hetta eru virði, sum BankNordik tekur undir við og ynskir at taka ein virknan lut í at stuðla til frama fyri føroysk børn og ung og føroyska samfelagið sum heild.