Ofta spurt !

Her er eitt yvirlit yvir Ofta Spurdir spurningar og svar, sum eru givin í samband við hesar spurningar.
Hevur tú spurningar, so ber til at senda ein teldupost til jenspetur@marghollin.fo

Skal man duga at spæla fótbólt fyri at luttaka?
Nei, tað er ikki neyðugt at man dugir at spæla fótbólt ella spælir fótbólt við einum fótbóltsfelagið fyri at luttaka í Skúlafótbólti.

Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.

Kostar tað at luttaka?
Nei, tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbóltur.

Og øll, sum luttaka í Skúlafótbólti:

  • fáa eisini eina ókeypis t-shirt frá Skúlafótbólti
  • kunnu svimja ókeypis í Páls Høll, tann dagin tey spæla
  • sleppa at royna klatriveggin í Marghøllini ókeypis

Ber til at keypa døgurða?
Ja, tað ber til at bíleggja døgurða, sum verður serveraður í Alrúminum í Marghøllini. Døgurðin (grýturættur og rís afturvið) kostar 65 kr.

Skulu vit liggja nátt í Suðuroynni?
Nei, lið/skúlaflokkar norðanfjørðs sleppa suður við Smyrli um morgunin og norðuraftur seinnapartin.
Spælt verður ónsdagar og tórsdagar.

Ferðaætlanin hjá Smyrli:
Ónsdag av Havnini kl. 8.30 og úr Suðuroynni kl. 18.30
Tórsdag av Havnini kl. 8.30 og úr Suðuroynni kl. 17.30

Skulu vit boða Smyrli / Strandfaraskipum Landsins frá?
Nei, tað er ikki neyðugt at boða Smyrli frá, um bólkar ætla suður við Smyrli.
Leggið tó tilmerkis, at tað ber til at fáa bólkaavsláttur í ferðakostnaðinum við Smyrli.

Skulu vit boða bygdaleiðum / Strandfaraskipum Landsins frá?
JA, tá bólkar brúka bygdaleiðir skulu tit siga frá, soleiðis at Bygdaleiðir / Strandfaraskip Landsins kunnu seta inn fleiri bussar, um hetta er neyðugt. Sagt verður frá á teldupostadressuni bilegging@ssl.fo

Lesið meiri um bólka og bílegging her: https://www.ssl.fo/fo/bilegging/bolkar/

Leggið tilmerkis, at tað ber til at fáa bólkaavsláttur í ferðakostnaðinum við Bygdaleiðum.

Koyrir bygdaleiðir heilt oman til Marghøllina í Vági?
JA, tá farið verður í bussin hjá Bygdaleiðum verður sagt frá, at tit skulu til Marghøllina, og bussurin koyrir oman. Eisini verður boðað frá, at tit skulu við bussinum aftur seinnapartin til Smyril, soleiðis at bussurin koyrir oman til Marghøllina eftir tykkum á veg til Smyril.

Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum í Suðuroy er her: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/700-sumba-vagur-tvoeroyri/

Matur & drekka
Í samband við Skúlafótbólt bjóða vit vatn & frukt í Marghøllini.

Er áhugi fyri tí, kunnu skúlaflokkar bíleggja matpakka og drekka afturvið. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til jenspetur@marghollin.fo

Yvirnátting
Ber til at yvirnátta, um vit skuldu havt hug til tað?

JA, um áhugi er fyri at yvirnátta, so kunnu vit hjálpa til við at finna pláss at liggja nátt. Sendi teldupost til jenspetur@marghollin.fo um hetta.

Ber til at skifta í Marghøllini?
JA
, tað eru 4 stór skiftirúm í Marghøllini, har tað ber til at skifta og fara í brúsu, tá liðugt er at spæla.