Kostnaður

Tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti, tvs. at tað kostar onki fyri skúlar ella næmingar at luttaka í kappingini Skúlafótbóltur.


Hvørt lið spælir í minsta lagi 3 dystir í einum innleiðandi bólkaumfari. Bólkavinnarar fara víðari til finalu-umfar og spælt verður síðani fram ímóti finaluni.

Liðmynd verður eisini tikin av øllum liðunum og myndirnar kunnu takast niður á heimasíðuni.

Til Skúlafótbólt verður bjóðað ókeypis vatn og frukt, meðan kappingin er.

Harumframt er eisini ókeypis atgongd til svimjing í Páls Høll tann dagin spælt verður.

Lagt er upp til, at luttakarar hava matpakka við heimanífrá, men tilber eisini at bíleggja matpakka, sum so verður latin í Marghøllini. Eru ynski um hetta, so er at seta seg í samband við samskiparan, Jens Petur Brattalíð á jenspetur@marghollin.fo.