Hugnaligt, Stuttligt og Fótbóltur

Ein týðandi partur av kappingini Skúlafótbóltur er, at hava tað hugnaligt og stuttligt saman, samstundis sum fótbóltur er á skránni.

Umframt at kappast í fótbólti, so fáa øll, sum luttaka í kappingini møguleika at fara og svimja í Páls Høll (hetta er íroknað luttøkugjaldinum), áðrenn leiðin gongur heimaftur.