Finalistarnir í blandaðum liðum hjá 5. flokki

So eru finalistarnir í blandaðum liðum hjá 5. flokki funnir.

Fýra lið komu víðari til finaluumfarið hjá 5. flokki, har spældar verð hálvfinalur og finala. Og eins og hini finalu-umførini, verða hesi í mai 2019.

Vinnarin av hvøjrum av teimum trimum bólkinum kom víðari og harumframt besti 2’arin.

Finalistarnir hjá blandaðum liðum í 5. flokki eru sostatt:
Skála Skúli
Team Vinir, Stranda Skúli
Stranda Dream Team
Sankta Frans Skúli 1 (besti 2’ari)

Stranda Dream Team vann bólk 3 hjá blandaðum liðum og er sostatt víðari til finalu-umfarið í mai 2019. Fressarnir 4 gjørdist nr. 2. Men av tí at 8 lið eru í bólki 3, og hesi hava spælt ein dyst fleiri enn liðini í bólki 1 og bólki 2, so skulu stigini ímóti niðasta liðinum trekkjast frá, og enda Fressarnir 4 á 13 stigum, ikki 16 stigum.

Besti 2’ari gjørdist Sankta Frans Skúli 1 í bólki 1 hjá blandaðum liðunum.

Endaligu støðurnar í bólkunum eru her.