Fantastiskur dagur saman við 4. flokkunum

Dagurin saman við 4. flokkum eydnaðist framúr gott og eftir fótbólt í Marghøllini fóru øll at svimja í Páls Høll, áðrenn leiðin gekk heim aftur. Niðanfyri eru úrslitini av kappingini hjá 4. flokki.

Hjá blandaðum liðum vunnu Stóratá! frá Trongisvágs Skúla og Lopra frá Sumbiar Skúla seg víðari í finaluna, sum verður í mai 2019.

Hjá gentunum eru finalistarnir: Fransagellurnar, Sankta Frans Skúli og SvL-Gellurnar, Skúlin við Løgmannabreyt

Hjá dreingunum eru finalistarnir: SvL-Kúllarnir, Skúlin við Løgmannabreyt og Nonnufrensarnir, Sankta Frans Skúli 

Fleiri enn 125 børn kappaðust í 17 liðum hendan framúr góða oktober dagin í Marghøllini í Vági. Næstu ferð eru tað 5. flokkarnir, sum skulu kappast í Skúlafótbólti, tað verður ónsdagin 14. nov. 2018.

Niðanfyri eru fleiri myndir.