33 lið og 300 næmingar til 1. umfar í Skúlafótbólti í Marghøllini

Ónsdagin fer av bakkastokki nýggja fótbóltskappingin Skúlafótbóltur, sum er fyri allar fólkaskúlanæmingar og miðnámsskúlanæmingar í landinum. Spælt verður í Marghøllini í Vági.

Áhugin fyri Skúlafótbólti er heilt stórur og hava heili 33 lið í 6. flokki meldaði til umfarið hjá hesum árganginum, sum er tann fyrsti árgangurin, sum kappast í Skúlafótbólti 2018/2019.

Vit gleða okkum til hetta fyrsta umfarið í Skúlafótbólti og at taka ímóti meiri enn 300 næmingum og lærarum, sum ónsdagin leggja leiðina í Marghøllina, sigur Jens Petur Brattalíð, sum er ein av fyriskiparunum av Skúlafótbólti.

Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini.

Spælt verður í bæði gentubólki, dreingjabólki og so eru tríggir bólkar av blandaðum liðum. Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.30, tá tað er greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið sum verður í mai 2019.

Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini.

Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og BankNordik er høvuðsstuðul.

Mynd av Hoy 1 úr Hoyvíkar Skúla, sum fara til Vágs at kappast ónsdagin.